Innanlands

Japanski sendiharrin í Keypmannahavn við til at seta filmsfestival í Kongshøll

Í vikuskiftinum verður filmsfestivalur, har sjey japanskir filmar - og ein føroyskur - verða sýndir. Filmsfestivalurin byrjar klokkan 13 leygardagin, tá Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum, og Manabu Miyagawa, japanskur sendiharri í Keypmannahavn, seta stevnuna

2022-08-17 08:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin og sunnudagin, 20. og 21. august,  verður spennandi og afturvendandi mentanartiltak á skránni, tá japanska sendistovan í Keypmannahavn bjóðar føroyingum at koma í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn at síggja japanskan film. Og ein føroyskan.

Talan er um ókeypis filmsfestival, ið byrjar klokkan 13 leygardagin, tá Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum, og Manabu Miyagawa, japanskur sendiharri í Keypmannahavn, fara at seta stevnuna.

Manabu Miyagawa hevur millum annað starvast ES og í London, Moskva og New York - í altjóða diplomatatisku skipanini.

Umframt filmarnar verða eisini japanskt saké og munnbitar at fáa bæði kvøldini eftir sýningarnar klokkan 19. 

Skráin fyri tiltakið sæst her

Til ber at lesa og síggja meira um filmarnar á setur.fo



Fróðskaparsetur Føroya


[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder