Innanlands

Japanski sendiharrin vitjaði í Klaksvík í gjár

Manabu Miyagawa var millum annað á virkisvitjan. Seinni í vikuni kemur eitt ferðalag av vinnulívsfólkum úr Japan, sum koma at hitta føroyskar fyritøkur, og klaksvíkingar eru eisini bodnir til Japan

2022-08-23 19:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin í gjár var japanski sendiharrin í Danmark og vitjaði Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvík. Endamálið við vitjanini var at kunna seg um føroysk viðurskifti og menna samstarvið millum Føroyar og Japan. Seinni í vikuni kemur eisini eitt ferðalag av vinnulívsfólkum, sum koma at hitta føroyskar fyritøkur.

Borgarstjórin hevur áður hitt japanska sendiharran, Manabu Miyagawa, á fundi. Tað var í Danmark í maj í 2021, og tann fundurin var á føroysku sendistovuni í Keypmannahavn, har føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn eisini luttók.

Vitjanin byrjaði við miðmála í Spaniastovu og eftir tað var ein fundur á skránni. Evni á fundinum var eitt nú hvalaveiða og vinnulív. Eisini bar sendiharrin eina heilsan til Karl frá borgarstjóranum í Taiji í Japan, sum er vinabýur við Klaksvíkar kommunu. Eftir fundin greiddi Andras Sólstein frá Norðoya Fornminnisavni frá søguliga bygninginum og virkseminum hjá fornminnissavninum.

[object Object]

Eftir tað varð farið á virkisvitjan hjá KSS, har Frimodt Rasmussen, stjóri, og Jógvan Jacobsen, søluleiðari, greiddu frá og vístu fyritøkuna fram. Seint seinnapartin varð vitjað í Íverksetarahúsinum, har Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóri, og Dávið Sundskarð, íverkseti, greiddu frá. Vitjanin í Klaksvík endaði við einari vitjan í atelierinum hjá Edvardi Fuglø.

Japanski sendiharrin var sera hugtikin av vitjanini í Klaksvík. Hann nýtti eisini høvi at bjóða borgarstjóranum og fyritøkum í Klaksvík ein túr til Japan.

Klaksvíkar kommuna 

Sí fleiri myndir á klaksvik.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder