Um mánaðarskiftið verður japansk filmsstevna í Havn, og fara japanskir filmar tí at seta sín dám á tiltøkini í Havnini.
Japanski sendiharrin, Miyagawa Manabu, fer at seta stevnuna, og filmsýningarnar verða í Perluni í Tórsgøtu, skrivar Tórshavnar kommuna.
Skráin er henda:
Leygardagin 29. februar
13:00 Miyagawa, sendiharrin, bjóðar vælkomin
13:10 - 15:00 "Chihayafuru"
15:15-17:00 "Swing Girls"
17:15-19:20 "The Chef of South Polar"
19:20 Móttøka við japanskum Sake
Sunnudagin 1. mars
14:00 Miyagawa, sendiharrin, bjóðar vælkomin
14:10- 16:00 "Princess Arete"
16:15 - 18:00 "Happy Flight"
18:15 -20:20 "Her Love Boils Bathwater"
20:20 - Móttøka við japanskum Sake
Meira kunning um tiltakið verður í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald