Mentan

Japanskt, føroyskt og danskt í Kambans húsi

Serlig pop-up listaframsýning við performance í annaðkvøld

2019-09-10 17:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í annaðkvøld, mikukvøldið, verður ein serlig pop-up listaframsýning við performance í Kambans húsi í Klokkaragøtu 42 í Havn.

Framsýningin verður hildin í sambandi við at japansku listafólkini Naomi Seki, Chikako Hosoma og Yuri Inoue vistast í húsunum íaugust og september.

Listafólkini vera til staðar og greiða frá við føroyskum/japanskum tulki. Harafturat verða Pernille Mejslov, Sigrun Gunnarsdóttir, Jón Sonni Jensen og Guðrið Poulsen luttaka eisini á framsýningini.

Framsýningin er partur av listafólkaumbýti millum Føroyar, Danmark og Japan.

Í fjør sýndu Pernille Mejlsov, Sigrun Gunnarsdóttir, Guðrið Poulsen, Peter Hanghøj Sørensen og Karsten Vogel fram á Jarfo Gallery í japanska býnum Kyoto.

Ætlanin er, at hetta samstarvið skal vera ein frymil fyri framtíðar samstarv og umbýting millum oyggjalondini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder