19. januar gjørdist Japan tað fimta landi, sum megnaði at lenda eitt far á mánanum. Lendingin gekk tó ikki sum ætlað, og dagarnar eftir hoyrdist ikki nógv til hendingina.
Nú sær støðan eitt sindur betri út fyri mánafarið Slim, sum er byrjað at senda upplýsingar til jørðina um støðuna og umstøðurnar, har farið stendur.
Eitt av málunum hjá farinum var at seta seg við so storum neyvleika sum møguligt, hægst 100 metrar frá ætlaða staðnum. Tað eydnaðist.
Beint eftir lendingina varð staðfest, at sólkyknurnar ikki virkaðu, og tað kundi týtt uppá, at kyknurnar ikki vendu rættan veg. Uttan sólorku ber ikki til at løða battaríini á Slim, og tí vórðu flestu tólini á farinum sløkt fyri at spara upp á orkuna, skrivar finska kringvarpið, Yle.
Men nú eru nærri upplýsingar um sjálva lendingina fingnir til vega, og lendingin gekk ikki heilt sum ætlað.
Á nýggjum myndum sæst, at Slim ikki setti seg sum ætlað. Tað stendur upp eftir enda.
Myndirnar stava frá einum tólmenni, sum Slim hevur leysgivið. Tólmenni, sum eitur Sora-Q, og ikki er nógv størri enn ein tennisbóltur, hevur nú send myndir heim, sum vísa, hvussu Slim stendur á jørðini.
Rakettmotorarnir, sum skuldu stýra lendingini, virkaðu ikki sum teir skuldu, og hetta hevði við sær, at lendingin gjørdist heldur hørð. Eftir øllum at døma eru skaðarnir ikki so stórir, men undarliga støðan, sum Slim stendur í hevur við sær, at sólkyknurnar ikki virkaðu sum ætlað.
Okkurt bendir nú kortini á, at tað er eydnast at vekja mánafarið so mikið, at tað lutvíst virkar, skrivar Yle.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald