Vikuskiftið 29. februar og 1. mars verður japanskur filmsfestivalur í Perluni í Tórsgøtu í Havn.
Tað er japanska sendistovan í Keypmannahavn, ið skipar fyri og er hetta sættu ferð, at tey koma til Føroya at vísa okkum nakað av tí besta, sum japanski filmspallurin hevur at bjóða.
Á japansku sendistovuni vóna tey, at filmsfestivalurin er við at skapa forvitni og áhuga fyri Japan og japanskari mentan millum føroyingar.
Á skránni eru tríggir filmar hvønn dagin, og eru filmar til allar aldursbólkar og í øllum greinum – bæði teknifilmur, skemtifilmur og okkurt av tí meira álvarsama er á skránni.
Bæði kvøldini verður høvið at heilsa upp á japanska sendimannin, Manabu Miyagawa.
Skráin fyri filmsfestivalin sæst á heimasíðuni Tórsgøta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald