Uttanlands

Japanskur heimsarvur brendur í grund

Eldur kom av ókendum orsøkum á søguliga Shurijo-slottið á Okinawa

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-10-31 08:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórur partur av Shurijo-slottinum á Okinawa oynni í Japan er brendur í grund. Talan er um eitt søguligt slott, sum hevur verið partur av heimsarvslistanum hjá Unesco.

Eldur kom í slottið í nátt, japanska tíð. Sambært løgregluni á Okinawa, er høvuðsbygningurin, Seiden-templið, og ein av grannabygningunum brendir í grund.

Onki verður sagt, um fólk eru komin til skaða í eldsbrunanum, men nógv fólk, vórðu burturflutt tá eldslogarnir byrjaðu at herja. Tað tók fleiri tímar at basa eldinum, skrivar The Guardian.

Slottið varð bygt fyri 500 árum síðani, og varð skýrt japanskur mentanarskattur í 1933, men fekk stóran skaða undir øðrum heimsbardaga.

Í dag er slottið ein eftirgerð av tí gamla, men upprunapartarnir av økinum standa á listanum hjá Unesco yvir heimsarv. Slottið varð liðugt endurbygd í 1992.

Shurijo-slottið er eisini vælumtókt ferðamál. Sambært netsíðuni Worldatlas er talan um slottið, sum er á tíggjunda plássið yvir vitjandi, við 1,7 milliónum vitjanum um árið.

Vitjað varð á slottinum fyrr í vikuni. Eftir ta vitjanini, varð okkurt arbeiði gjørt í bygninginum. Men løgreglan veit ikki, um eldsbrunin kann setast í samband við hetta arbeiðið, sigur ein talsmaður fyri løgregluna á Okinawa, sambært The Guardian.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder