38 ára gamli umhvørvismálaráðharrin hjá Japan, Shinjiro Koizumi noyddist á tíðindafundi í gjár at forsvara sína avgerð um at fara í barsilsfarloyvi.
Shinjiro Koizumi er fyrsti mannligi ráðharrin í Japan, sum hevur tikið avgerð um at fara í barsilsfarloyvi, og tað hevur vakt ans.
Vanligt fara bert seks prosent av japanskum pápum í barsilsfarloyvi, skrivar DR.
Summi rósa ráðharranum og siga hann vera ein samtíðarmann, sum ynskir at gera upp við siðbundu kynsrollunum í landinum. Onnur stúra tó fyri, at avgerð hansara fer at fáa avleiðingar fyri arbeiði hansara og fyri japanska stýrið.
Fyri at ganga nøkrum av atfinningunum á møti, hevur Shinjiro Koizumi játtað, at teir 14 dagarnar hann er í barsilsfarloyvi verða býttir yvir tríggjar mánaðir, so at hann ikki verður burturstaddur tvær vikur út í eitt.
Eisini hevur hann játtað framhaldandi at luttaka á týdningarmiklum fundum og at hava "talgilt samband" við starvsfelagar sínar.
- Har eru fyrimunir og vansar við at fara í barsil. Men fólk fara altíð at koma við atfinningum, tá mann ger okkurt nýtt. Eg vóni, at tað í framtíðini ikki fer at vera nakað nýtt, at onkur annar ger sum eg, segði ráðharrin á tíðindafundinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald