Tað var 31. desember, at fyrrverandi pávin, Bænadikt XVI andaðist, 95 ára gamal, og Vatikanið upplýsir, at hann skal jarðast hósdagin 5. januar.
Núverandi pávin, Frans fer at standa á odda fyri einum minningarhaldi í sambandi við jarðarferðina, sum eftir ynskinum frá Bænadikt XVI verður hátíðarligt og einfalt.
Vatikanið hevur almannakunngjørt myndir av fyrrverandi pávanum, sum skal liggja í kapellinum í Pæturskirkjuni á lit de parade í tríggjar dagar, so almenningurin fær høvi at siga honum eitt seinasta farvæl. Sambært Ritzau eru nógv fólk eisin savnað uttanfyri kirkjuna í hesum sambandi.
Bænadikt XVI, sum varð føddur í Týsklandi og er doyptur Joseph Ratzinger, tók við sum pávi í 2005 eftir Jóhannes Páll II, men átta ár seinni, í februar 2013, legði hann frá sær av heilsuávum. Hann var tann fyrsti pávin í uml. 600 ár at leggja frá sær. Tí er tað eisini rættiliga óvanligt, at núverandi pávin luttekur í jarðarferðini hjá einum fyrrverandi páva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald