Uttanlands

Noreg: Jarðarferðin verður í aðru viku

Jarðarferðin hjá norska konginum verður í dómkirkjuni í Oslo í viku 37, upplýsir norski forsætisráðharrin.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre (Mynd: Stian Lysberg Solum/NTB/Ritzau Scanpix)

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre (Mynd: Stian Lysberg Solum/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-08-30 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Enn er ikki greitt júst nær jarðarferðin hjá norska Haraldi kongi, sum andaðist fríggjamorgunin, verður, men hon verður í fyrsta lagi tíggju dagar eftir deyða hansara.

Tað sigur norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre við NRK, eftir at hann hevði verið til minningargudstænastu í dómkirkjuni í Oslo í dag.

Sambært Støre verður jarðarferðin í viku 37 - millum 7. og 13. september í dómkirkjuni í Oslo.

Olav kongur, pápi Harald kong varð jarðaður í 1991 13 dagar eftir deyða hansara, skrivar Ritzau.

Les eisini: Haakon kongur tikin í eið týsdagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder