Mentan

Jarðarinnar tími hátíðarhildin í høvuðsstaðnum

Jarðarinnar tími – Earth Hour – 2022 er ásettur at vera leygardagin 26. mars frá klokkan 20.30 til 21.30, og í ár verður skipað fyri einum túri niðan á Kongavarða, haðani gongufólkið eygleiðir býin, meðan ljósini sløkna

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-03-23 14:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Átakið Earth Hour er lætt at vera við í. Sløkk ljósið í ein tíma! Nýt tíman til at gera okkurt, sum er jaligt og ger mun fyri okkum menniskju og okkara heimstað, Jørðina.

Earth Hour rørslan er vaksin ár undan ári, og í Føroyum var Tórshavnar kommuna fyrst at taka undir við henni. Síðani 2009 hevur kommunan sløkt gøtuljós og skipað fyri tiltøkum hendan tíman í mars.

Í ár ber til at koma við ein túr í myrkrinum niðan á Kongavarða omanfyri Argir, haðani gongufólkið eygleiðir býin, meðan ljósini sløkna. Túrurin byrjar við skúlan á Argjahamri kl. 19.30. Forkvinnan í náttúru- og umhvørvisnevndini, Bjørg Dam, heldur røðu uppi við varðarnar beint áðrenn sløkt verður, og Jón Aldará, lívfrøðingur, hevur hugleiðingar í myrkrinum. Eisini verður livandi tónleikur.

Túrurin er eitt gott høvi at hugsa um, hvat vit saman kunnu gera fyri at verja og varðveita náttúruna, vit liva í og av.

Altjóða Earth Hour-stigtakararnir siga á heimasíðuni earthhour.org, at fyrsta mál hjá rørsluni var at gera vart við veðurlagsbroytingarnar, men at síðani er oyðingin av djóra- og plantusløgum vorðið eitt líka týdningarmikið mál. Her eru sjey uppskot frá Earth Hour til, hvussu vit kunnu nýta Jarðartíman:

  • Fá samband við náttúruna. Far út í myrkrið, hav lummalykt við. Steðga á og sløkk.
  • Gev tær far um tað, tú hóast alt sær og hoyrir
  • Ger mat saman við familju ella vinum. Nýt lokalar og burðardyggar rávørur. Royn og ger eina máltíð, har onki fer til spillis
  • Njót samanhaldið við tínum nærmastu. Spælið eitt spæl, hyggið eftir einum filmi, prátið. Ring kanska til onkran, tú ikki hevur prátað við leingi og bið tey halda Jarðartíman saman við tær
  • Fá tær vitan. Les góð ráð um burðardygd. Eitt nú í nýútkomnu, føroysku bókini "Matur - okkara virðismikla tilfeingi".
  • Ver við í lokalsamfelagnum. Far til eitt Earth Hour tiltak! Ella far uppí ein felagsskap, sum ruddar ella á annan hátt bøtir um umhvørvið
  • Ver virkin. Renn ella súkkla ein kvøldartúr, ven, ger okkurt eyka fyri kropp og heilsu
    Finn listagávurnar fram. Skapa eitt ljósverk í myrkrinum

Kommunan sløkkir ein stóran part av gøtuljósunum í Havn hendan tíman frá klokkan hálvgum níggju.

Túrurin niðan á Kongavarða er sjálvandi ókeypis. Skótar seta tálgarljós fram við gøtuni og hava kakao og bakstur við til gongufólkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder