Innanlands

Jarðartímin 2022 ásettur leygarkvøldið 26 mars

Frá klokkan 20.30 til kl. 21.30 fer millum annað Tórshavnar kommuna at sløkkja ein part av gøtuljósinum. Visit Tórshavn boðar frá, at skipað verður fyri túri niðan á Kongavarða, har ymiskt verður á skránni. Byrjað verður við við skúlan á Argjahamri klokkan 19.30

Earth Hour hevur fastur táttur í Tórshavnar kommunu síðani 2009 og hevur verið hildin á ymsan hátt (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Earth Hour hevur fastur táttur í Tórshavnar kommunu síðani 2009 og hevur verið hildin á ymsan hátt (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2022-03-17 20:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Earth Hour rørslan og tiltøkini er vaksin kring heimin seinastu árini og eisini í Føroyum.

Tað var Tórshavnar kommuna, sum fyrst gjørdi vart við Earth Hour - Jarðartíman. Síðani 2009 hevur kommunan sløkt gøtuljós og skipað fyri tiltøkum hendan tíman í mars, og aðrar kom

Jarðartímin 2022 er ásettur at vera leygardagin 26. mars frá klokkan 20.30 til kl. 21.30, og tá ber til at koma við ein túr í myrkrinum niðan á Kongavarða omanfyri Argir.

Hetta skrivar Visit Tórshavn í tíðindaskrivi.

- Í ár verður skipað fyri einum túri niðan á Kongavarða, haðani gongufólkið eygleiðir býin, meðan ljósini sløkna. Túrurin byrjar við skúlan á Argjahamri kl. 19.30. Forkvinnan í náttúru- og umhvørvisnevndini, Bjørg Dam, heldur røðu uppi við varðarnar beint áðrenn sløkt verður, og Jón Aldará, lívfrøðingur, hevur hugleiðingar í myrkrinum. Eisini verður livandi tónleikur.

- Skótar seta tálgarljós fram við gøtuni og hava kakao og bakstur við til gongufólkið. Túrurin er eitt gott høvi at hugsa um, hvat vit saman kunnu gera fyri at verja og varðveita náttúruna, vit liva í og av.

Kommunan sløkkir ein stóran part av gøtuljósunum í Havn hendan tíman frá klokkan hálvgum níggju

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder