Innanlands

Bøndurnir yvirtaka økisnavnið Hiking.fo

Við hesum nýggja pallinum fara bøndurnir við Sp/f Jarðir at samskipa og framhaldandi menna ferðavinnutilboð kring landið, verður sagt í fráboðan. Eisini er samskipari settur í starv

Sigert Paturson og Pól Sundskarð

Sigert Paturson og Pól Sundskarð

2020-01-17 19:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sp/f Jarðir fer nú til verka. Jarðir er felag hjá føroyskum bóndum, sum hevur sett sær fyri at menna ferðavinnutilboð kring landið.

Avtala er í dag gjørd millum Sp/f Jarðir og Sp/f Hiking um, at sp/f Jarðir keypir økisnøvnini hiking.fo og heimabeiti.fo frá Pól Sundskarð.

Pól Sundskarð fer at halda fram við at reka sítt virksemi sum ferðaleiðari. Við hesum nýggja pallinum kemur Sp/f Jarðir at samskipa og framhaldandi at menna ferðavinnutilboð kring landið, verður sagt í fráboðan.

Í hesum sambandi hevur Sp/f Jarðir sett John Mortensen úr Klaksvík í starv sum samskipara av virkseminum hjá Sp/f Jarðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder