2020-10-20 17:19
Seinnapartin rakti ein jarðskjálvti í Núpshlíðarháls, fimm kilometrar vestanfyri Seltún við Reykjanes. Jarðskjálvtin máldi 5,6 á Richter-stiganum, og harvið er talan um ein jarðskjálvta, ið hevur eina yvir miðal styrki. Fólk í høvuðsstðarøkinum føldu væl skjálvtan, og tað gjørdu tey eisini á Suðurnesi, á Vestmannaoyggjunum og og í Borgarnesi. Hetta skrivar mbl.is.
Eingin fráboðan um persónsskaðar ella stórar matriellar skaðar er komin, sambært íslendskum miðlum. Fleiri enn 50 eftirskjálvtar hava verið - tó eingin við nógvari styrki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald