Uttanlands

Jarðskjálvti á Filipsoyggjum

Fleiri lond í Kyrrahavinum hava send út ávaring um flóðaldur, sum kunnu vera minst ein metur yvir miðalhædd

Ein stórur handilsbygningur í býnum General Santos er rapaður (Mynd: Edwin Espejo/AFP/Ritzau Scanpix)

Ein stórur handilsbygningur í býnum General Santos er rapaður (Mynd: Edwin Espejo/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-08 06:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein jarðskjálvti mettur til 7,8 rakti í morgun, lokala tíð, filipinsku oynna, Mindanao. Tað upplýsir týski jarðfrøðikanningarstovnurin, GFZ, fyri Reuters tíðindastovuni.

Miðdepilin fyri skjálvtan var í tíggju kilometra dýbd.

Minst tríggir persónar hava latið lív, og fýra eru álvarsliga skadd, skrivar Reuters.

BBC skrivar frá almennum keldum á Filipsoyggjum, at fleiri bygningar eru skaddir í býnum General Santos.

Amerikanska trunamiávaringarskipanin hevur sent út ávaringar um møguligar flóðaldur orsaka av skjálvtanum.

Jarðskjálvtastovnurin á Filipsoyggjum roknar við aldum á yvir ein metur yvir tað vanliga, og heitir á fólk, ið eru stødd nærhendis strendurnar í sunnara parti av Filipsoyggjum um at leita sær upp í hæddurnar.

Marcos forseti á Filipsoyggjum hevur sent boð til allar myndugleikar um vera til reiðar at hjálpa, og hevur avlýst alla undirvísing fyribils í teimum raktu økjunum í Mindanao, skrivar Reuters.

Eisini Indonesia og Japan hava sent út ávaring um flóðaldur. Sanae Takaichi, forsætisráðkvinna í Japan, heitir á borgararnar um at fylgja ráðunum frá lokalu myndugleikunum og at leita upp í hæddirnar, um tey verða biðin um tað.

Upprunaliga metti GFZ jarðskjálvtan at hava eina styrki á 8,2, men hetta varð síðan rættað til 7,8. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder