Uttanlands

Jarðskjálvti í Albania í nátt

Ræðslusligin fólk lupu út á gøturnar í Tirana í myrkrinum

2019-11-26 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Albania var í nátt rakt av jarðskjálvta. Skjálvtin, sum hevði eina styrki á 6,4 var tann harðasti, sum hevur rakt landið í fleiri áratíggju, skrivar Ritzau.

Ein persónur latg lív orsaka av skjálvtanum, skrivar verjumálaráðið í landinum í morgun. Tað hendi í býnum Kurbian í útnyðringspartinum av landinum, tá ræðsla kom í ein persón, sum leyp út úr einum húsum.

Ristingarnar fingu ræðslusligin fólk í høvuðsstaðnum Tirana til at leypa út á gøturnar mitt um náttina.

Embætisfólk hjá stjórnini upplýsa, at fleiri fólk í Tirana eru flutt á sjúkrahúsið. Hetta var aðru ferð innan tveir mánaðir, at ein harður jarðskjálvti rakar Albania.

21. september vórðu fleiri bygningar oyðilagdir, tá landið varð rakt av einum skjálvta við eini styrki á 5,4.

Verjumálaráðið í Tirana upplýsti tá, at tað var harðasti skjálvti, sum hevði rakt Albania í 30 ár. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder