2022-03-21 08:14
Í morgun klokkan hálvgum seks føroyska tíð varð ein jarðskjálvti skrásettur millum Stadt á norska vesturlandinum og Føroyar.
Berit Marie Storholm, seniorverkfrøðingur við Institutt for geovitenskap á universitetinum í Bergen sigur, sambært NRK, at hann var máldur til millum 4,4 og 4,6.
Norsar – Norwegian Seismic Array – sigur tó, at styrkin var heilt uppi á 5,1.
Rystingarnar merktust á øllum norska vesturlandinum, og talan er, sambært Norsar um kraftigasta jarðskjálvtan síðan 1989.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald