Í gjár varð amerikanski staturin Kalifornia raktur av bæði ódn og jarðskjálvta.
Jarðskjálvtin nærindis býnum Ojai var máldur 5,1 á Richterstiganum, ongar fráboðanir hava verið um fólkaskaða, skrivar Ritzau.
Sama dag kom tropiska ódnin Hilary til Kalifornia eftir at hon um vikuskiftið elvdi til ógvusligt avfall í Meksiko. Har hevur ein persónur latið lív, og 1.725 eru rýmd úr heimi teirra.
Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom lýsti undantaksstøðu í statinum leygardagin. Strendurnar eru stongdar, og heitt verður á íbúgvar um at skunda sær at keypa vatn og aðrar neyðsynjarvørur. Ávarað verður eisini um møguleikan fyri vatnflóð og melduródn í summum økjum.
Sambært NBC News verður boðað frá metnógvum avfalli í Los Angeles, og er talan um fyrstu tropisku ódnina, sum rakar Suðurkalifornia í 84 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald