Helst eru tað mong, sum við gleði minnast aftur á konsertirnar í 1970unum við Samuelson brøðrunum úr Svøríki. Teir fýra brøðurnir vóru Rolf, Kjell, Olle og Jard Samuelson.
Fyrsta konsertin við Samuelsons í Føroyum var í 1975 í høllini á Hálsi. Høllin var fullsett. Jard, sum er yngsti beiggin, sigur, at hann minnist, hvussu væl móttiknir teir vóru, tá ið teir komu til Føroya, og hvussu hugaligt tað var at spæla og syngja í eini fullsettari ítróttarhøll. Eisini var hann hugtikin av vøkru føroysku náttúruni.
Samuelson-brøðurnir í 1970'unum. Frá vinstru Olle, Jard, Kjell og Rolf
Aftur til Føroya í 1976 og 1977
Vegna stóru undirtøkuna varð avgerð tikin um at fáa Samuelson brøðurnar aftur til Føroya sum skjótast. Avtala varð so gjørd um, at teir skuldu koma aftur árið eftir. Tá var áhugin enn sera stórur, og aftur var høllin fullsett. Tí varð avgerð tikin um at gera enn meir burturúr árið eftir.
Av tí at undirtøkan hevði verið so stór bæði í 1975 og 1976, varð avgjørt, at í 1977 skuldu Samuelson brøðurnir ikki bara hava eina konsertferð til Føroya, men eina í januar og so eisini eina í september. Samuelsons vóru so væl umtóktir, at mann metti, at tað ikki var nokk við konsert í Havn. Tí varð skipað fyri konsert í Klaksvík og í Hvalba. Allar konsertirnar vóru útseldar.
Pat Boone kom við Samuelson brøðrunum
Í 1977 var Pat Boone á konsertferð í Norðanlondum, saman við Samuelson brøðrunum.
Konsertin í januar 1977 var tí serlig, tí umframt at fáa svensku brøðurnar aftur til Føroya, so var heimsstjørnan Pat Boone við á ferðini.
Pat hevði konuna Shirley og tvær døtur við á ferðini, og tær sungu saman við honum. Áðrenn tey komu til Føroya at hava konsert, høvdu tey havt konsert í Finnlandi, Svøríki og Noregi. Eftir konsertina í Føroyum, gekk leiðin til Niðurlond.
Fýra gjørdust tríggir
Í 1981 doyði elsti beiggin, Rolf Samuelson. Eftir hetta hildu hinir tríggir beiggjarnir á í nøkur ár. Teir vóru í Føroyum einaferð i 1980unum.
Eftir at teir tríggir samdust um at gevast, byrjaði Jard í 1986 at syngja einsamallur. Í 1988 giftist hann við Carinu, sum eisini er sangari. Tey bæði hildu so á við tónleikalívinum. Seinri kom sonur teirra, Magnus, at framføra saman við foreldrunum.
Carina, Jard og sonurin Magnus Samuelson
Jard kemur aftur til Føroya
Eg gleði meg nógv at koma aftur til Føroya, hesaferð uttan brøður mínar, men saman við konuni og soninum, sigur Jard.
Hann vónar, at nógv fólk koma á konsert, og at hann fær møguleika at heilsa uppá nógv av teimum, hann kennir frá tíðini við Samuelsons. Tónleikurin, tey framføra, er ein blanding av dansiband, country og gospel.
Tað er Praise Him, sum skipar fyri konsertini, sum verður 20. apríl kl. 20 í Lívdini í Hoyvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald