Mentan

Jasmin og Fremmand á pall í Perluni

Serlig konsert verður valentinskvøld

Jasmin

Jasmin

2020-02-12 19:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi fríggjakvøld er kærleiki í luftini. Blómuhandlar hava hendurnar fullar av bukettum, meðan matstovurnar kela fyri smaksleykunum tí valentinsmessa er. Møguleiki er eisini at runda dagin av við einari feitari konsertuppliving. Tí fríggjakvøldið spæla tveir av mest spældu bólkunum í Føroyum í Perluni.

Jasmin
Jamin hevur langtsíðani prógvað síni evnir í Føroyum, og nú byrjar útheimurin eisini at fáa eyguni upp fyri magisku røddini hjá Jasmin. Men áðrenn útlondini renna avstað við Jasmin, so sleppa vit at uppliva hana í Perluni.

Tað var tá Jasmin vann tónleikakappingina Sement, at hon kom brakandi inn á føroyska tónleikapallin. Nú høvdu vit brádliga eina damu, sum megnaði at leggja sál í hvønn tíma og geva áskoðarum gásarhold. Og tað var ikki uttan orsøk, at Jasmin vann heiðurin sum ársins sangari í 2019.

Nú fáa tit høvið at uppliva sterku røddina hjá Jasmin í Perluni, og tað verður saman við einum framúr góðum og væl samanspældum bólki.

Fremmand
Hóast navnið, so eru Fremmand ikki heilt fremmand í Føroyum. Fremmand hava verið nógv at hoyrt í føroysku miðlunum seinasta árið.

Umframt at spæla tey góðu og kendu løgini, fara tey eisini at framføra spildurnýtt tilfar frá komandi útgávuni, sum tey eru við at leggja seinastu hond á.

Í fjør var Fremmand á konsertferð við navnframa rokkbólkinum Black Rebel Motor Cycle Club í Týsklandi og USA. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder