Innanlands

Jaspur Langgaard spyr um herðing av átøkum ímóti pedofili í Føroyum

Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Bárður á Steig Nielsen, løgmanni, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um herðing av átøkum ímóti pedofili í Føroyum

2019-10-29 12:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Bárður á Steig Nielsen, løgmanni, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um herðing av átøkum ímóti pedofili í Føroyum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn.

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

Hvør er revsingin fyri pedofili í Føroyum samanborið við hini Norðurlondini?

  1. Eru politiskar ætlanir um at skapa lógarheilmildir fyri at kunngera navnið á einum persóni, sum er dømdur fyri pedofili, taka passið frá viðkomandi, áseta aðrar fyrningarfreistir o.a.?
  2. Hvussu kunnu ofrini verða vard, meðan ein ákæra verður rættarliga viðgjørd?
  3. Hvussu kann best tryggjast, at misnýtsla av børnum ikki heldur fram í førum, har pedofilar flyta ella verða fluttir til annað stað at búgva?
  4. Hvørji ítøkilig tiltøk ætlar løgmaður at fremja av herðing ímóti pedofili í Føroyum?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, at eitt av fremstu endamálunum hjá Løgtinginum eigur at vera at verja allar borgarar í landinum ímóti ágangi o.a. Serstakliga tey veikastu, har børnini teljast við, tí tey kunnu mangla verjueginleikar, sum tey ikki hava lært enn. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit skipa lóggávuna og innsatsin soleiðis, at kynsligt misbrúk av børnum ikki kemur fyri í Føroyum.

Vit hoyra alt ov ofta, hvussu lina revsing misbrúkarin fær, og at hesin fær nakrar fáar mánaðir at sita revsingina av sær. Í mongum førum ganga nógv ár, frá tí at misbrúkið er farið fram, til tað verður avdúkað. Málið er tískil ofta fyrnað, og eingin dómur verður sagdur.

Aðrar broytingar eru ikki bara fyri okkara egnu børn, men eisini børnini í teimum fátæku londunum. Í 2017 samtykti Avstralia at taka passið frá øllum dømdum pedofilum. Tað er kent, at pedofilar flyta seg til støð, har teir fáa nøktað sín tørv. At fleiri pedofilar ferðast til fátæk lond, sigst eisini at verða púra vanligt, og tí skulu vit gera okkara fyri at forða hesum.

At enda sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at onki annað enn ein nullhugsjón er nøktandi á hesum økinum. Spurningurin er tískil, um vit ikki eiga at herða revsikarmarnar munandi, soleiðis at revsingin rakar misbrúkaran, og at hon merkist. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder