Mentan

Jassarnir við nýggjum staklagi

Seinastu tvey árini hava teir rungað á tí føroyska tónleikapallinum við alskins rokk coverløgum, og í dag kom fyrsta staklag teirra út – Livin' Through a Beat

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-07-24 13:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ungi rokkbólkurin Jassarnir byrjaði sína tónleikaferð á Eystanstevnu 2018, og eru nú úti við teirra fyrsta staklagi, ið kallast “Livin' Through a Beat”.

Jassarnir er mannaður av Leivur Lassen á vokali, Áron Poulsen á elgittara og vokali, Rókur Troest Rasmussen á bassi og vokali og Beinir Grønagarð á trummum.

Seinastu tvey árini hava teir rungað á tí føroyska tónleikapallinum við alskins rokk coverløgum, millum annað á Summar Festivalinum.

Nýggja staklagið hevur eitt alternativt rokk huglag, og er upptikið í Studio Bloch við Hans Poulsen sum framleiðara. Jassarnir hava skrivað lagið saman við Beinir Troest Rasmussen, ið eisini tekur sær av teirra venjingum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder