Innanlands

Játta pening til fríðkan av bygdunum

Ætlanin er, at allar bygdirnar í kommununi skulu verða fríðkaðar á ein ella annan hátt á hvørjum ári – Málið kemur fyri á býráðsfundi í annaðkvøld

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-02-23 16:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Semja er um, at bygdirnar í Tórshavnar kommunu skulu raðfestast hægri, og at kommunan áhaldandi arbeiðir við at fríðka um og gera ábøtur í allari kommununi, og hóskvøldið skal Tórshavnar býráð taka støðu til at játta tvær milliónit til fríðkan í bygdunum.

Ætlanin er, at allar bygdirnar í kommununi skulu verða fríðkaðar á ein ella annan hátt á hvørjum ári. Ynskiligt er tí, at hesar tvær milliónirnar verða settar av til fríðkan úti í bygdunum, og at allar bygdirnar fáa ein part av hesi upphædd, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Átøkini verða viðgjørd í staðbundnu nevndunum, áðrenn avgerð verður tikin um, hvørji átøk skulu gerast í teimum ymisku bygdunum.

Hóskvøldið tekur býráðið, sum áður nevnt, støðu til eitt tilmæli um nevndu játtan. Bæði byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin hava samtykt tilmælið. Verður tilmælið játtað, verður tað sent til staðbundnu nevndirnar til umrøðu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder