2021-03-22 14:21

Maðurin, sum er ákærdur í neyðtøkumálinum, sum verður viðgjørt í Føroya Rætti í hesum døgum, hevur játtað seg sekan ella partvíst sekan í níggju av teimum 11 ákærunum í málinum.
Sambært Útvarpinum noktar maðurin seg sekan í at hava framt blúnisbrot og í at hava neyðtikið ella havt annað kynsligt samband við barn yngri enn 15 ár.
Maðurin, sum er 42 ára gamal og hevur verið varðhaldsfongslaður síðan desember 2019, er m.a. ákærdur fyri í hálvttriðja ár at hava kynsliga misnýtt ein drong, sum var yngri enn 15 ár, tá misnýtslan byrjaði.
Eisini er hann ákærdur fyri m.a. at hava barnaporno í varðveitslu.
Les eisini: Revsiramman er 12 ára fongsul
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald