
Heilt stóri vinnarin í nýggjastu Spyr.fo veljarakanningini hjá Blaðnum Vikuskifti er nú Javnaðarflokkurin. Næstan triði hvør veljari sigur seg nú velja Javnaðarflokkin, og flokkurin stendur eisini til at fáa triðingin av sessunum á Løgtingi, nevniliga 11.
Kanningin gevur Javnaðarflokkinum 32,5 prosent av atkvøðunum. Hetta er 4,5 prosentstig fleiri enn í kanningini fyri trimum mánaðum síðani, og 10,4 prosentstig meira enn á seinasta vali.
Søguliga stór undirtøka
Hetta er ein søgulig stór undirtøka fyri einum flokki, tí ikki síðan løgtingsvalið í 1950 hevur ein flokkur fingið meira enn 30 prosent av atkvøðunum. Tá fekk Fólkaflokkurin, sum í fýratiárunum lá oman fyri 40 prosent av atkvøðunum, 32,3 prosent.
Tá Javnaðarflokkurin seinast fekk eitt serstakliga gott løgtingsval, tað var í 1990, tá flokkurin fekk 10 tingsessir, var undirtøkan 27,5 prosent.
Les alla greinina og síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald