Innanlands

Veljarakanning: Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vinna

Spyr.fo hevur gjørt veljarakanning um fólkatingsvalið fyri Kringvarpið í dag, sum vísir, at Javnaðarflokkurin er størstur. Sambandsflokkurin er í hølunum, men langt er niður til Fólkaflokkin og Tjóðveldi

Aksel V. Johannesen og Sjúrður Skaale, valevni hjá Javnaðarflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen og Sjúrður Skaale, valevni hjá Javnaðarflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-28 16:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Týsdagin kunngjørdi Portalurin veljarakanning frá Spyr.fo, sum vísti, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu vunnið fólkatingsvalið, um val var mánadagin, tá kanningin varð gjørd.

Kringvarpið hevur í dag latið eina veljarakanning gjørt - eisini frá Spyr.fo - sum eisini vísir, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vinna teir báðar fólkatingssessirnar.

Men munurin er, at nú stendur Javnaðarflokkurin til at blíva størst.

Kanningin vísir, at Javnaðarflokkurin hevði fingið 28,3 prosent í mun til 27,3 prosent í seinasta kanning. Sambandsflokkurin fær sambært nýggjastu kanningini 27,3 prosent í mun til 29,9 prosent í kanningini týsdagin.

Fólkaflokkurin er á einum triðja plássi við 18,9 prosentum, og Tjóðveldi fær í kanningini 18,6 prosent, skrivar KVF.

Fólkatingsvalið verður í Føroyum mánadagin 31. oktober.

Sí kanningina frá týsdegnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder