Innanlands

Javnaðarflokkurin setur bústaðartrot á skránna

Skipar fyri stórum tiltaki í Finsen í kvøld

Kaare Dybvad Bek, danskur innanríkis- og bústaðarmálaráðharri, verður við á fundinum í Finsen í kvøld (Mynd: im.dk)

Kaare Dybvad Bek, danskur innanríkis- og bústaðarmálaráðharri, verður við á fundinum í Finsen í kvøld (Mynd: im.dk)

2022-03-03 08:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á stórum tiltaki í kvøld kl. 18:30 verður sjóneykan sett á bústaðartrot, og hvussu vit kunnu loysa tað. Tað er Javnaðarflokkurin, sum skipar fyri, og har verða bæði føroyskir, danskir og svenskir serfrøðingar at hoyra í Auluni í Finsen.

Øll eru vælkomin, og tað er ókeypis at luttaka. Tiltakið verður eisini stroymt. 

- Bústaðarmarknaðurin er glóðheitur. Tað er trupult hjá vanligum fólki at seta búgv, tí prísurin er høgur. Tað sæst eisini á leigumarknaðinum, har høgar húsaleigur eru við til at tyngja tey, sum frammanundan ikki hava ráð til at keypa sær eitt heim. Tí vil Javnaðarflokkurin varpa ljós á loysnir, sum kunnu taka trýstið av bústaðarmarknaðinum í Føroyum, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.

Tey, ið leggja fram eru Kári Holm Johannesen, Havstovan, Solveig Råberg Tingey, Danmarks Almene Boliger, Allan Skaalum, virkandi stjóri, Bústaðir, Kaare Dybvad Bek, danskur bústaðarmálaráðharri, og Lisa Pelling, leiðari á svensku tankasmiðjuni Arena Idé.

Møguleiki verður eisini at seta spurningar 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder