Innanlands

Javnaðarflokkurin: Skal vera ókeypis hjá føroyingum at ganga í haga

Á ólavsøku fer Javnaðarflokkurin at leggja fram uppskot, sum skal áseta, at føroyingar undir rímiligum treytum og avmarkingum hava rætt at vitja sína egnu náttúru uttan gjald

- Grundarlagið hjá okkum føroyingum má sjálvandi vera, at allir føroyingar hava rætt at fara í hagan, og at hesin rættur ikki skal vera treytaður av vælvild frá ella gjaldi til tey, sum hava fingið rættin at nýta náttúruna til vinnuligt virksemi, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Grundarlagið hjá okkum føroyingum má sjálvandi vera, at allir føroyingar hava rætt at fara í hagan, og at hesin rættur ikki skal vera treytaður av vælvild frá ella gjaldi til tey, sum hava fingið rættin at nýta náttúruna til vinnuligt virksemi, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-07-17 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á ólavsøku fer Javnaðarflokkurin at leggja fram uppskot um rættin hjá føroyingum at ganga í haga.

Uppskotið skal áseta, at føroyingar undir rímiligum treytum og avmarkingum hava rætt at vitja sína egnu náttúru uttan gjald, skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.

- Grundarlagið hjá okkum føroyingum má sjálvandi vera, at allir føroyingar hava rætt at fara í hagan, og at hesin rættur ikki skal vera treytaður av vælvild frá ella gjaldi til tey, sum hava fingið rættin at nýta náttúruna til vinnuligt virksemi, sigur Aksel V. Johannesen, formaður.

Javnaðarflokkurin sigur, at gongd í haga riggar væl dagliga, og er tað sjáldan, at bøndur sýta fyri, at føroyingar vitja sítt egna land, men vit hava okkurt dømi um, at føroyingar ikki sleppa at vitja okkurt stað uttan at gjalda einum privatum fyri tað.

– Jú longur hetta sleppur at halda fram, jú verri verður at broyta tað, tí siðvenja skapar eisini lóg. Endin kann verða, at náttúran til endans ikki verður tann dýrabara felagsogn, flestu okkara halda hana vera í dag, men ein søluvøra, sum nøkur fá ráða yvir.

Javnaðarflokkurin sigur, at avmarkingar sjálvandi skulu setast, og er tað heldur ikki órímiligt, at gjald verður kravt frá útlendskum ferðafólki, men føroyingar skulu hava rætt til at vitja í haganum.

– Sjálvandi skulu avmarkingar setast. Sjálvandi skal seyðahald og alt, sum knýtir seg til tað, virðast. Sjálvandi skulu greiðar treytir um atburð setast øllum, sum fara út um bøgarðarnar. Sjálvandi skal bæði náttúran sjálv, djór, hegn og alt, sum knýtir seg at vinnuligum virksemi, virðast.

– Haraftrat leggur ferðavinnan stórt trýst á okkara náttúru og umhvørvi. Tí er tað ikki órímiligt, at gjald verður tikið frá útlendskum ferðafólkum og avmarkingar settar, sum skulu verja okkara náttúru. 

– Men fyrsta stig er at tryggja við lóg, at føroyingar - undir treytum og við avmarkingum - hava ein ómissandi rætt til at vitja haga, vøtn og fjøll í Føroyum, sigur Javnaðarflokkurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder