Innanlands

Javnaðarflokkurin skipar fyri móttøku fyri Heðini Mortensen

Fríggjadag seinnapart verður móttøka, har flokkurin fer at takka honum fyri mongu árini við róðrið í Tórshavnar kommunu

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen/JN.fo)

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen/JN.fo)

2025-01-30 11:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heðin Mortensen er millum drúgvastu fólkavaldu í landinum, og var fyrstu ferð valdur í Tórshavnar býráðið í 1973.

Fyrstu árini umboðaði hann Sambandsflokkin, men kom í 2005 heim aftur í Javnaðarflokkin, har hann í roynd og veru byrjaði sína politisku karrieru sum blaðungur medstovnari av ungmannafelagnum hjá Javnaðarflokkinum, SU.

Umframt býráðið, hevur hann eisini umboðað Javnaðarflokkin í løgtinginum og sum landsstýrismaður.

Hóast Heðin framvegis er virkin í politikki, nú sum varaborgarstjóri, ynskir flokkurin á hendan hátt at takka fyri drúgva og týðandi takið, sum Heðin longu hevur tikið fyri flokkin, serliga sum borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi.

Móttøkan verður í Javnaðarhúsinum í Steinatúni fríggjadagin 31. januar klokkan 15-18. Javnaðarhúsið er í Niels Finsensgøta 14, inngongd aftanfyri í erva.

Javnaðarflokkurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder