Innanlands

Javnaðarflokkurin størsti flokkur og Fólkaflokkurin størstu afturgongdina

Tað vísir veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt, og sum er kunngjørd í Vikuskiftis-Sosialinum

Aksel V. Johannesen og Javnaðarflokkurin fáa stóran part av atkvøðunum. Javnaðarflokkurin hevði sambært kanningini verið nógv størsti flokkur á tingi, um val var í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Aksel V. Johannesen og Javnaðarflokkurin fáa stóran part av atkvøðunum. Javnaðarflokkurin hevði sambært kanningini verið nógv størsti flokkur á tingi, um val var í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-18 17:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein veljarkanning sum Spyr.fo hevur gjørt, og sum er kunngjørd í Vikuskiftis-Sosialinum vísir, at samgongan hevði mist tveir tingsessir og mist meirilutan um val var í dag.

Sambært kanningini, sum er gjørd í gjár, er tað Fólkaflokkurin sum hevur størstu afturgongdina, og fer úr átta niður á sjey tinglimir við 19,6 prosent av atkvøðunum. Afturgongdin í mun til valið í 2019 er 4,9 prosent.

Eins og í nógvum øðrum veljarakanningum, sum eru gjørdar seinastu mánaðirnar, vísir hendan kanningin eisini, at Javnaðarflokkurin hevði fingið eitt megnar val, og hevði verið nógv størsti flokkur um val var nú.

Javnaðarflokkurin hevði sambært kanningini fingið 28,7 prosent atvkøðunum og fer úr sjey og upp í tíggju tinglimir.

Løgmansflokkurin hevur afturgongd, men ikki líka stóra sum Fólkaflokkurin. Sambært kanningini hevði Sambandsflokkurin fingið 18,8 prosent av atkvøðunum, sum er 1,6 prosent minni enn til løgtingsvalið seinast.

Teir báðir smáu flokkarnir, Miðflokkurin og Framsókn, hava ávikavist framgongd uppá tvey prosent og 2,2 prosent í kanningini, og høvdu varðveitt sínar tingsessir. Sjálvstýri hevði mist einsamalla tingsessin, sum flokkurin fekk á valinum seinast.

Tingmannabýtið:

Fólkaflokkurin 7 tingsessir (-1 í mun til LV19)

Sambandsflokkurin 6 tingsessir (-1 í mun til LV19)

Javnaðarflokkurin 10 tingsessir (+3 í mun til LV19)

Sjálvstýri 0 tingsessir (-1 í mun til LV19)

Tjóðveldi 6 tingessir (Eingin broyting í mun til LV19)

Framsókn 2 tingsessir (Eingin broyting í mun til LV19)

Miðflokkurin 2 tingsessir (Eingin broyting í mun til LV19)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder