Endamálið er at verja fólk, djór og nátturi. Umhvørvisspurningurin er á breddanum, og millum annað vísir Aksel V. Johannsen á, at nógv av tí plasti, sum endar í havinum, er óneyðugt einnýtisplast.
Tøl vísa, at nógvar milliónir tons av plasti enda í havinum hvørt ár, og sambært forsøgnum verður nøgdin av plasti størri enn nøgdin av fiski í 2050. Í lýsingini av ætlaða uppskotinum verður eisini víst á, at plast ið endar í náttúrini, ikki hvørvur í bræði.
Uppskoti snýr seg um at banna ávísum sløgum av einnýtisplasti - tað tey kalla óneyðugt einnýtisplast er slíkt sum koppar og súgvirør. Slíkt sum handskar á arbeiðsplásum kemur ikki undir lýsingina "óneyðugt "
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald