Innanlands

Javnaðarlistin sterkastur í eysturbýnum

Spyr.fo: Tjóðveldi vinnur útjaðaran á býráðsvalinum í Havn í morgin

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-11-09 22:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Javnaðarlistin stendur seg serliga væl millum borgarnar í eysturbýnum í Havn, meðan hann ikki stendur so sterkur í bygdunum uttan fyri sjálvan høvuðsstaðin. Har er tað tjóðveldislistin, sum hevur munin.

Tá Spyr.fo gjørdi kanning millum veljararnar í Tórshavnar kommunu í síðstu viku um hvar tey fóru at seta krossin á kommunuvalinum, so varð eisini spurt nærri um hvar í kommununi tey búgva.

Høvuðsstaðurin er í hesi kanningini býttur upp í seks økir: Miðbýurin, eysturbýurin, vesturbýurin (herundir Ternuryggur og Villingardalur, altso gøturnar framvið Sundvegnum og Villingardalsvegnum), Hoyvík, Argir og so bygdirnar uttan fyri sjálva Havnina.

Áðrenn farið verður víðari, skal gerast vart við, at stór óvissa er knýtt at tølunum, sum koma fram í hesi grein, og tey skulu takast við stórum fyrivarni. Tilsamans vórðu 500 veljarar spurdir, og tá hesir so verða býttir upp í seks økir er grundarlag ikki fyri at gera álítandi niðurstøður.

Vit halda tað tó vera áhugavert at vísa á munirnar millum býarpartarnar, tó at hesir munir kunnu vera tilvildarligir.

Við tað at Javnaðarflokkurin stendur seg til at fáa eitt gott val við næstan 40 prosentum av atkvøðunum, so er eisini greitt, at javnaðarlistin er sterkur í øllum pørtunum av býnum.

Sí veljarakanningina í seinastu útgávuni av Blaðnum Vikuskifti 

Men tað er eitt sindur á muni millum býarpartarnar, sambært kanningini. Javnaðarlistin hevur t.d. størst undirtøku í eysturbýnum har 52 prosent av veljarunum siga seg velja javnaðarlistan.

Listin stendur veikast í Hoyvík, har undirtøkan fyri Lista C er 34 prosent. Javnaðarlistin stendur seg sterkast í øllum býarpartum í Havnini. Men ikki í bygdunum vestan- og norðan fyri høvuðsstaðin og á oyggjunum. Her stendur tjóðveldislistin sterkast við  48 prosentum meðan javnaðarlistin her vær 37 prosent.

Kanningin vísir, at fólkaflokslistin stendur sterkastur á Argjum, har hann fær undirtøku av 31 prosentum.

Sambandslistin stendur seg sterkast í vesturbýnum har hann fær 21 prosent, meðan framsóknarlistin stendur seg sterkast á Argjum.

 

 

100 Mið

100 Eyst

100 Vest

160

188

Bygdir

A

14%

9%

14%

31%

18%

11%

B

9%

4%

21%

9%

10%

4%

C

44%

52%

36%

40%

34%

37%

D

4%

2%

0%

0%

0%

0%

E

22%

21%

19%

8%

26%

48%

F

8%

12%

11%

13%

12%

0%

Henda talvan vísir, at núsitandi samgonga millum fólkaflokkslistan, tjóðveldislistan og framsóknarlistan hevur meirilutan í bygdunum og forstøðunum Hoyvík og Argjum, meðan núsitandi andstøðan millum javnaðar- og sambandslistan hevur meirilutan millum veljararnar í sjálvari Havnini.

Hetta vísir eisini, at tað bert er á Argjum at teir borgarligu flokkarnir hava yvirvág. Restin av Tórshavnar kommunu er vinstrahall, um javnaðarlistin og tjóðveldislistin verða mettir at hoyra til vinstravongin.

Kanska geva hesi tøl eisini onkra ábending um, hvørji valevni á teimum einstøku listunum kunnu hugsast at standa sterk og hava ein møguleika fyri at verða vald. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder