Tað er ongin ivi um, hvønn flokk fólkafloksveljarar og tjóðveldisveljarar ynskja at koma í samgongu við. Sambandsveljarar og javnaðarveljarar eru meira ivasamir.
Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin.
Og javnaðarveljarar eru so ivasamir, at teir velja Sambandsflokkin fram um núverandi samgongufelagan Tjóðveldi.
Spyr.fo setti í kanningini, sum varð gjørt týskvøldið, veljarunum spurningin ”Hvørjir av stóru flokkunum heldur tú skulu fara í samgongu eftir løgtingsvalið”.
Í greinini AB heldur enn BC í landsstýrið fyrr í dag, sóu vit at flestu veljarar ynskja eina samgongu millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, núverandi andstøðuflokkarnar.
Men tá hugt verður eftir, hvat veljararnir fyri teir einstøku flokkarnir siga, gerst henda kanningin meira áhugaverd.
Ikki óvæntað halda nógv teir flestu veljararnir hjá Fólkaflokkinum, at teirra flokkur skal fara í samgongu við Sambandsflokkin, eins og nógv teir flestu tjóðveldisveljararnir halda, at Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin skulu fara saman. Í báðum førum er talan um 84 prosent av veljarunum.
C: 49-42 til sambandið
Men um hugt verður eftir veljarunum hjá Javnaðarflokkinum, so sæst, at tað eru fleiri, sum ynskja samstarv við Sambandsflokkin heldur enn núverandi samgonguflokkin, Tjóðveldi. Sambandsflokkurin fær 49 prosent frá javnaðarveljarunum, meðan Tjóðveldi fær 42 prosent.
Hjá sambandsveljarunum er eisini javnt, men her eru fleiri fyri Fólkaflokkinum, 46 prosent, enn fyri Javnaðarflokkinum, 41 prosent.
Veljararnir hjá teimum smáu flokkunum høvdu ikki møguleikan at peika á teirra egna flokk, bert ein av teimum fýra stóru.
Her er eyðsýnt, at veljararnir hjá Framsókn ynskja at núverandi samgonga heldur fram, uttan at talan er um nakran stóran meiriluta, meðan veljararnir hjá øllum hinum flokkunum peika á eina samgongu millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.
Havnarfólk ynskja núverandi samgongu
Spyr.fo hevur eisini hugt eftir, hvat veljararnir ynskja í mun til hvar tey búgva og hvat kyn tey eru.
Og staðfestast má, at stórur munur er á hvat hildið verður.
Veljararnir í Tórshavnar kommunu ganga inn fyri núverandi samgongu. 36 prosent ynskja at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi halda fram í samgongu.
Tað er ikki galdandi fyri tey, sum búgva uttan fyri Havnina. Her ynskjt nógv flest, 39 prosent, at tað verður ein samgonga millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.
Menninir ynskja borgarliga samgongu
Og munurin sæst eisini aftur í kynsbýtinum.
Kvinnur vilja helst hava núverandi samgongu – 30 prosent peika á CE-samansetingina – meðan menninir í enn størri mun peika á borgarligu samgonguna millum A og B. Heili 42 prosent av mannligu veljarunum ynskja hesa samgonguna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald