Innanlands

Javni 50 ár: Hátíðarhald á Vaglinum í dag

14. mai vóru 50 ár liðin, síðan felagið hjá fólki við menningartarni og familjur teirra varð sett á stovn, og í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi, sum byrjar við skrúðgongu kl. 14

Hátíðarhaldið verður á Vaglinum seinnapartin (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Hátíðarhaldið verður á Vaglinum seinnapartin (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-05-15 11:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, 14. mai, vóru 50 ár síðan, Javni, felagið hjá fólki við menningartarni og familjur teirra, varð sett á stovn.

Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi í Havn seinnapartin.

Byrjað verður klokkan 14 við einari skrúðgongu frá skrivstovuni hjá Javna á Hoydalsvegi 42, og gingið verður oman á Vaglið, har Spyr Meg og løgmaður fara at bera fram røður.

Eisini bjóðar Javni kaffi og køku, meðan orkestrið Ælabogin spælir nøkur løg. Tiltakið endar við, at Danny og Ingi, Magni Christiansen og Hallur Joensen fara á pallin at spæla nøkur løg.

Skráin fyri seinnapartin

14.00: Skrúðgonga frá Javna skrivstovuni oman á Vaglið. Ballónir og klapparar verða deildir út frá skrivstovuni, hornorkestur og íspeglar eru við í gonguni.

15.00: Javni, Spyr Meg og løgmaður bera fram røðu

15.30: Vit bjóða kaffi, kaku og annað gott. Ælabogin spælir.

16.00: Tónleikur - Danny og Ingi, Magni Christiansen og Hallur Joensen

17.00: Liðugt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder