Innanlands

Javnstøða í nevndini hjá SamFelagnum

Tríggjar kvinnur og tríggir menn vórðu vald í nevndina á aðalfundinum hjá felagnum hjá føroyskum samfelagsfrøðingum. Lív Egilsdóttir Olsen er forkvinna

Frá vinstru: Michael Feldballe Hansen, Erla Weihe Johannesen, Elsa Maria Højgaard Hansen, Lív Egilsdóttir Olsen og Terji Beder. Svend Højgaard væntar á myndini.

Frá vinstru: Michael Feldballe Hansen, Erla Weihe Johannesen, Elsa Maria Højgaard Hansen, Lív Egilsdóttir Olsen og Terji Beder. Svend Højgaard væntar á myndini.

2021-05-18 20:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá SamFelagið, felagið hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, hevði aðalfund 29. apríl, blivu tríggjar kvinnur og tríggir menn vald í nevndina.

Tey hava valt at skipa seg soleiðis:

Lív Egilsdóttir Olsen, forkvinna
Elsa Maria Højgaard Hansen, næstforkvinna
Erla Weihe Johannesen, peningarøkil
Terji Beder, skrivari
Michael Feldballe Hansen, nevndarlimur
Svend Højgaard, nevndarlimur.

Ása Hammershaimb Christiansen, Elisa Vang og Uni Holm Johannesen stillaðu ikki uppaftur til nevndina.

SamFelagið, sum er felag fyri føroyskar samfelagsfrøðingar, varð stovnað í 2014 og hevur áleið 80 limir. Endamálið við SamFelagnum er at vera miðil til fakliga menning fyri einstaka limin og fyri samfelagsvísindi sum yrkisgrein, umframt at virka sum pallur fyri vitanardeiling og fakligum íkasti til og millum limir. Harumframt skal SamFelagið varpa ljós á samfelagsvísindaliga gransking og arbeiði og geva fakligt íkast til samfelagskjakið.

SamFelagið skipar javnan fyri tiltøkum, har ljós verður varpað á ymisk samfelagsvísindalig evni.

Í novembur 2020 skipaði SamFelagið saman við Reinsarínum fyri stóra tiltakinum Fólksins 2020, har evnið var Kommunuvalið. Í desember var SamFelagið við til at velja ársins orð. Í februar 2021 varð skipað fyri tiltakinum Arbeiðsmarknaðurin & Eg, og á ársaðalfundinum í apríl varð fyrilestur hildin um heilsustøðuna hjá føroyingum.

SamFelagið hevur eisini ment eitt ritgerðarsavn, við ritgerðum hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, umframt eitt yvirlit yvir samfelagsfrøðingar og teirra serøki.

Nýggja og ágrýtna nevndin er farin til verka og hevur ætlanir um at styrkja felagið í enn størri mun og at skipa fyri enn fleiri størri og smærri tiltøkum.

Á heimasíðuni hjá SamFelagnum www.samfelagid.fo ber til at lesa meira og at lima seg inn í felagið.

SamFelagið er eisini virkið á sosialu miðlunum og hevur egnan facebook- og instagramvanga, har til ber at halda seg kunnaðan um tiltøk og virksemi felagsins.

SamFelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder