Uttanlands

Javnstøðunevndin setir dagsskránna í New York

Í sambandi við kvinnurættindaráðstevnuna hjá Sameindum Tjóðum, CSW68, sum er í New York í hesum døgum, skipaði Javnstøðunevndin saman við norsku og svensku javnstøðu- og antidiskriminatiónsumboðunum fyri tiltakinum Nordic Models for Gender Equality fyrr í vikuni

2024-03-16 12:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Serstaka og søguliga norska sjómanskirkjan á Manhattan var karmur um tiltakið hjá Javnstøðunevndini um norðurlendskar javnstøðumyndugleikar og teirra aktuellu avbjóðingar, samstarv og loysnir. Á skránni var pallborðsfundur millum forkvinnuna í Javnstøðunevndini, Bjørk Mariu Kunoy, svenska javnstøðuumboðið, Lars Arrhenius, og norska javnstøðu- og antidiskriminatiónsumboðið, Bjørn Erik Thon. Saman settu tey leiklutin hjá norðurlendskum javnstøðumyndugleikum undir luppin. Aftrat teimum luttóku eisini Maja Kristina Jåma, sum er limur í norska sámatinginum, umframt Claru Berglund, aðalskrivara, og Solveig Hagen Strand, nevndarlim í ávíkavíst svensku og norsku kvinnufelagasamskipanini nevnd Women’s Lobby. Samstarvið millum javnstøðumyndugleikar og áhugafelagsskapir og aðrar áhugapartar er avgerandi fyri felags endamálið, sum er at beina burtur mismun vegna kyn, og snúði kjakið seg um, hvussu avbjóðingarnar í dag kunnu loftast á bestan hátt.

Forkvinnan í Javnstøðunevndini greiddi frá breitt fevnandi arbeiðinum hjá Nevnini, ið er bæði kærumyndugleiki og ráðgevi í javnstøðumálum, umframt at viðgera týdningarmikil javnstøðumál. Forkvinnan vísti á, at meðan arbeiðsøkið hjá Javnstøðunevndini er ógvuliga breitt, er fíggingin og starvsfólkaorkan avmarkað, og at nevndin tí er tengd at tøttum samstarvi við eitt nú áhugafelagskapir og stovnar, millum aðrar Fróðskaparsetur Føroya:

– Í Føroyum hava vit avmarkað tilfeingi at røkja tær nógvu uppgávurnar, sum eru á javnstøðuøkinum, og tí noyðast vit at hava tætt samstarv við myndugleikar aðrastaðni, eitt nú í Norðurlondum, og leita vit okkum vitan, ið onnur, ið hava størri starvsfólka- og pengaorku enn vit, hava savnað og viðgjørt. Tí er tað av alstórum týdningi, at Javnstøðunevndin, politikarar og onnur, ið varða av og viðgera javnstøðumál, luttaka á ráðstevnum sum CSW. Tí talan er um eina av týdningarmiklastu ráðstevnum, har øll gransking, royndir og vitan í heimshøpi er savnað á einum stað. Tað kann ikki metast í pengum, sigur forkvinnan í Javnstøðunevndini.

Allir javnstøðumyndugleikar vóru á einum máli um, at millum fremstu avbjóðingarnar á javnstøðuøkinum í Norðurlondum er ójavna arbeiðsbýtið og lønarlagið millum kynini. Tað er av alstórum týdningi, at menn og kvinnur í størri mun taka sær av óløntu arbeiðsbyrðuni heiminum í felag, soleiðis at bæði menn og kvinnur á jøvnum føti kunnu luttaka á arbeiðsmarknaðinum og harvið hava somu møguleikar at verða fíggjarliga sjálvbjargin.

Í heyst verður Javnstøðunevndin vertur fyri árliga samstarvsfundinum millum allar javnstøðumyndugleikarnar í Norðurlondum. Harumframt hevur Javnstøðunevndin avtalað fundir við fleiri norðurlendskar áhugafelagsskapir, sum hon hittist við í New York, fyri at at lata upp fyri enn meira norðurlendskum samstarvi í sambandi við temað á ráðstevnuni, sum var fíggjarlig javnstøða millum kyn.

Javnstøðunevndin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder