Mentan

Jazzygold og Sakaris á Mentanarnáttini á Tvøroyri

Fríggjakvøldið 31. mai verður mentanarnátt á Tvøroyri

Jazzygold á The Great Escape (Mynd: Jamie MacMIllan)

Jazzygold á The Great Escape (Mynd: Jamie MacMIllan)

2024-03-16 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 31. mai verður mentanarnátt á Tvøroyri. Á skránni verða m.a. fleiri tónleikaframførslur, og fyrstu nøvnini, sum Tvøroyrar kommuna kunnger eru Jazzygold og Sakaris.

– Røddin handan Jazzygold er navnframa Jasmin Mote, ið hevur eina einastandandi sangrødd og sjáldsom evnir til at rúnarbinda áhoyrararnir við sínum framførslum.

– Síðan Jasmin Mote legði bólkin JASMIN í dvala og avdúkaði sítt nýggja artistnavn Jazzygold í 2023, hava vit fingið fýra frálík stakløg: "boring like me", "dyed my hair red", "lonely afterparties" og "day off", og so hevur hon eisini fingið frálík ummæli á festivalum uttanlands. Hon hevur veri í Englandi, Íslandi, Noregi og Hollandi, men nú er hon endiliga klár at koma heim at spæla nakrar konsertir, og ein av teimum verur til mentanarnáttina í Tvøroyri, skrivar Tvøroyrar kommuna.

[object Object]
Sakaris á G! (Mynd: Filippo de Dionigi)

– SAKARIS hevur verið ein støðugur veitari av góðum konsertupplivingum og framúr poppløgum, líka síðan debutplátuna í 2012. Hann hevur altíð leverað, líkamikið um framførslan er á G! Pallinum, til eitt bingo í pensjonistafelagnum ella til ein trettan ára føðingardag. Í løtuni verður nýggjasta staklagið “Allarbesti" tráspælt í føroyskum útvarpi. Umframt hetta hevur hann eina rúgvu av peppandi hittum í skjáttuni, harímillum “Aalborg”, “Magical Bag of Fun” og so hin víðagitni (í Føroyum) “I Put On This Dress Only for You”, sum hevur ljómað í mangum føroyskum veitslum.

– SAKARIS hevur ikki spælt í Suðuroynni síðan hann rokkaði við Lama Sea á Prix Føroyar í 2005, so hann gleðir seg ómetaliga nógv at spæla til Tvøroyar Mentanarnátt undir egnum navni fyri fyrstu ferð.

Sambært Tvøroyrar kommuna verða fleiri nøvn løgd afturat komandi dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder