Uttanlands

J.D. Vance er vorðin pápi enn einaferð

Usha Vance er fyrsta kvinna síðan 1870’ini, ið fær barn, meðan maður hennara situr sum varaforseti

(Mynd: Alexander Nemenov/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Alexander Nemenov/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-20 12:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, er vorðin pápi fyri fjórðu ferð. Tað skrivar hann í eini fráboðan á sosiala miðlinum, X.

Tað er ein drongur, ið skal eita Alec Neel Vance, skrivar varaforsetin, sum er giftur Usha Vance.

- Usha og barnið hava tað gott, og børn okkara eru ovurfegin fyri at hava fingið ein lítlabeiggja, skrivar 41 ára gamli Vance á X.

Sambært NBC News er Usha Vance fyrsta kvinna síðan 1870’ini, sum føðir barn, meðan maður hennara er varaforseti.

Vance-hjúnini hava trý børn frammanundan – tveir dreingir og eina gentu  ið eru níggju, seks og fýra ára gomul. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder