Franski sjónleikarin Jean-Paul Belmondo, doyði í gjár í heimi sínum í Paris, 88 ára gamal.
Við sínum sermerkta og sjarmerandi skálkabrosi gjørdist hann ímyndin av fronskum filmi í seksti-, sjeyti- og áttatiárunum.
Gjøgnumbrotið fekk hann í filminum “A Bout de Souffle” hjá Jean-Luc Godard í 1960.
Jean-Paul Belmondo var føddur í Paris-forstaðnum Neuilly-sur-Seine 9. apríl 1933. Pápi hansara var listamaðurin Paul Belmondo, sum er upphavsmaður til fleiri standmyndir, sum standa kring um í franska høvuðsstaðnum.
Hann fekst við boksing á ungum árum, men tað sigst, at henda ítrótt ikki var orsøk til hansara sermerktu nøs, ið var hansara vørumerki. Hetta stavar frá einum bardaga í skúlagarðinum, skrivar BBC.
Fyrstu leiklutir hansara vóru í meira listarligum filmum, men seinni gjørdist hann meira kommerciellur í valinum av sínum leiklutum, og spældi við í nógvum action- og gangstarafilmum.
Belmondo á ungum árum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald