Milliardingurin Jeff Bezos er nú aftur heimsins ríkasta menniskja, á serliga ríkidømislistanum hjá Bloomberg. Kursfall hjá Tesla hevur fingið ognirnar hjá Elon Musk til at minka munandi.
Sambært Bloomberg verða ognirnar hjá Jeff Bezos mettar til 200 milliardir dollarar – tað er næstan 1.400 milliardir danskar krónur.
Bezos er stovnarin av stóra nethandlinum Amazon. Frá at vera ein bókhandil á netinum av fyrstan tíð, er pallurin vaksin til at vera størsta handilstyritøka á netinum í heiminum við einum árligum umsetningi á umleið 500 milliardir dollarar.
Elon Musk, sum umframt Tesla eisini eigur sosiala miðilin X og rúmdarfyritøkuna SpaceX, er hesar seinastu mánaðirnar vorðin meira enn 30 milliardir dollarar fátækari, orsaka av, at kursurin á Tesla er minkaður við einum fjórðingi.
Hinvegin er virðið á partabrøvunum hjá Bezos í Amason hækkað í seinastuni.
Hóast Bezos herfyri seldi partabrøv fyri fleiri milliardir dollarar, er hann framvegis nógv tann størsti partaeigari í felagnum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Elon Musk er skumpaður av fyrsta plássi á hesum listanum. Í fleiri ár hava Bezos og Musk saman við franska milliardinginum, Bernard Arnault, kappast um at vera heimsins ríkasti persónur.
Teir hava allir ognir fyri áleið 200 milliardir dollarar.
Musk kann hinvegin utta seg við, at hann á einum øðrum lista verður mettur at vera ríkari enn Bezos. Forbes hevur sín egna lista, sum verður dagførdur dagliga, og her liggur Bezos í løtuni á triðja plássi, og Musk á øðrum.
Ovast á hesum listanum liggur Arnault, sum saman við familju síni eigur LVMH-fyritøkuna. LVMH stendur fyri Louis Vuitton Moët Hennesey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald