Innanlands

Jenis á fund við amerikanska uttanríkismálaráðharran

Á fundinum, sum verður í Keypmannahavn mándagin, verða eisini danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod, og grønlendski uttanríkismálaráðharrin, Pelle Broberg

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum (Savnsmynd)

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum (Savnsmynd)

2021-05-15 10:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin 17. mai fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, á fund við amerikanska starvsbróður sín, Antony Blinken.

Á fundinum, sum verður í Keypmannahavn, verða eisini danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod, og grønlendski uttanríkismálaráðharrin, Pelle Broberg.

Umframt mál av áhuga fyri ávikavist Danmark og Grønland, skulu millum annað samstarvið millum Føroyar og USA, og støðan í Norðurhøvum og Arktis umrøðast, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Jenis av Rana hitti undanfarna amerikanska uttanríkismálaráðharran Mike Pompeo í Keypmannahavn í juli í fjør, og í november skrivaðu Føroyar og USA undir partalagsyvirlýsing um økt sínámillum samstarv.

[object Object]Her hittast Jenis av Rana og Mike Pompeo í Keypmannahavn (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder