
Jenis av Rana hevur seinastu dagarnar verið undir høðrum atfinningum síðani hann í Andglettinum týsdagin, segði at hann ikki fór at peika á ein samkyndan forsætisráðharra á fólkatingi.
Og til veljarafundin á Glasi í dag fekk hann høvi at greiða frá.
- Tit kenna helst søguna hjá H.C. Andersen um eina fjøður, sum bleiv til fimm hønir. Tað er tað, sum hesin spurningurin snýr seg um. Eg fekk ein einfaldan spurning, um eg vildi peika á ein homoseksuellan forsætisráðharra, og har svaraði eg nei, segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
- Og ikki, sum onkur hevur nevnt, at eg fór at tosa niðrandi og útspillandi um onnur fólk. Tað gjørdi eg ikki, og tað kunnu tit fara inn og hyggja at, segði hann.
Jenis av Rana gjørdi harafturat vart við, hann var boðin í útvarpsstovuna sum valevni fyri Miðflokkin, og ikki sum landsstýrismaður.
- Var eg boðin sum uttanríkisráðharri, hevði eg biðið Steffan Klein Poulsen farið í studio, men eg var har sum valevni fyri Miðflokkin, segði Jenis av Rana á veljarafundinum á Glasi fyrrapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald