- Hetta er ússaligt. Hetta er ótrúliga ússaligt at byrja eitt sovorðið kjak og geva mær skyldina. Eg havi gjørt tað sum eg hevði rætt til at gera, og eg eri stoltur av tí, og eg eri glaður fyri tað, og eg trúgvi at meginparturin av føroyingum eru tað eisini.
So bersøgin var Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum í Degi & viku í kvøld, har kjakast var um at ung listafólk onga virðisløn fingu í gjár, tá mentanarvirðislønir landsins vórðu handaðar.
(Skíggjamynd: Kvf.fo)
Mannagongdin er, at ein tilmælisnevnd kemur við tilmæli til landsstýrismannin um hvønn tey meta skal hava virðisløn. Løgfrøðiliga er tað bara galdandi fyri mentanarvirðisløn landsins og heiðursgávu landsins. Tað er upp til landsstýrismannin hvønn hann velur til triðju virðislønina. Síðani 2011 hevur tað verið siðvenja at lata triðju virðislønina til ungt listafólk, men í ár valdi Jenis av Rana ikki at gera hetta.
Ístaðin var serstaka virðislønin handað forlagnum Leirkerið í Gøtu.
- Eingin virðisløn eitur virðisløn til ung listafólk, men tað er møguligt vit skuldu havt eina. Men tað at onnur hava gjørt soleiðis í átta ár kann eg ikki brúka til nakað, sigur Jenis av Rana.
Jenis av Rana handar forlagnum Leirkerið serstøku virðisløn landsins (Mynd: Sverri Egholm)
- Tað er upplagt at stuðla ungum, men eg haldi eisini at tey sum fingu hesar tríggjar virðislønirnar høvdu tað uppiborið.
- Eg haldi ikki tað er nakað at reypa av, at eg geri nakað tí at onnur hava gjørt tað soleiðis. Eg haldi tú skalt hava tína egnu meining, og gera tað sum tú heldur vera rætt, og eg gjørdi tað soleiðis sum eg helt vera rætt.
Síggj kjakið í Degi & viku frá í kvøld her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald