
Í dag, fríggjadagin, 12. februar, er Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum á almennari vitjan í Suðuroynni.
Snúningspunktið á ferðini verður í høvuðsheitum útbúgvingarøkið - og vitjað verður á fleiri útbúgvingarstovnum í oynni, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið í tíðindaskrivi.
Vitjanin byrjaði í Vági, har býráðið hevði boðið til fundar.
Síðani verður farið á gátt hjá Ítróttaháskúlanum, har tey fara at vísa landsstýrimanninum runt í nýggja næmingaheiminum, sum júst er bygt til skúlan.
Í Hovi vitjar landsstýrismaðurin fyrst Miðnámsskúlan og síðani Heilsuskúlan, har hann millum annað skal frætta um spildurnýggju námsfrøðihjálparaútbúgvingina, sum á fyrsta sinni tók næmingar inn í fjørheyst.
Á Tvøroyri verður fyrst vitjað á nýggja eftirskúlanum, og dagurin endar á Skjalasavninum á Tvøroyri, sum í nøkur ár er rikið eftir eini royndarskipan. Nú skal ein leistur finnast fyri, hvussu virksemið skal skipast frameftir.
Skrá fyri vitjanina
kl 08.30 - Vágs Kommuna
kl 10.00 - Ítróttaháskúlin í Suðuroy
kl 11.30 - Miðnám
kl 12.30 - Miðmáli
kl 13.00 - Heilsuskúlin
kl 14.00 - Eftirskúlin á Tvøroyri
kl 15.00 - Skjalasavnið á Tvøroyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald