Innanlands

Jenis av Rana hevur ikki samgonguna aftan fyri seg

Løgtingið viðgjørdi uppskotið til miðlastuðul í dag

Christian Andreasen tekur ikki undir við uppskotinum hjá mentamálaráðharranum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Christian Andreasen tekur ikki undir við uppskotinum hjá mentamálaráðharranum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-03-16 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið hevði í dag fyrstu viðgerð av løgtingsmálinum um at broyta útlutanini av miðlastuðli frá at vera reinur rakstrarstuðul til at tær tvær milliónirnar heldur skulu býtast til journalistiskar verkætlanir eftir umsókn.

Og eftir viðgerðina í dag er tað greitt, at Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, ikki hevur alla samgonguna aftan fyri seg í hesum spurningi.

Eitt av tingfólkunum talaði beinleiðis ímóti ætlanini hjá landsstýrismanninum.

Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur ikki, at tað fer at fremja journalistikkin í Føroyum, at um stuðulin skal broytast eins og landsstýrismaðurin ynskir.

Fólkafloksmaðurin talaði beinleiðis fyri at stuðla privatu miðlunum, gjarna við fleiri enn teimum tveimum milliónunum, sum miðlarnir hava fingið í landskassastuðuli hesi seinastu árini.

Tí tað er neyðugt við sterkari privatum miðlum og størri fjølbroytni í miðlalandslagnum, helt Christian Andreasen.

Og hann segði seg eisini vera beinleiðis ímóti, at tað skal sita ein alment sett nevnd og meta um umsóknirnar, eins og var tað ein heiðursløn, ið skal gevast miðlunum tvær ferðir um árið.

- Skal stuðul latast sambært umsókn, so skal tað vera fult gjøgnumskygni í skipanini, og tað dugi eg ikki at síggja, at tað verður við tí uppskoti, sum lagt er upp til, segði Christian Andreasen.

Tað vóru ikki nógv tingfólk, sum beinleiðis fagnaðu uppskotinum hjá Jenisi av Rana. Andstøðutingfólk vóru tó meira ivasom enn samgongutingfólkini, men eftir viðgerðini í dag at døma, er lítið sannlíkt at uppskotið kemur óbroytt aftur í tingið eftir at tað hevur verið til viðgerðar í mentanarnevndini.

Fleiri tosaðu um at leggja hesa skipan við verkætlanarstuðuli afturat núverandi skipan, um til dømis ein millión afturat varð játtað til miðlastuðul. Tí øll eru samd um, at tvær milliónir eru smápengar á fíggjarlógini, serliga tá sammett verður við tær sjeytitvær milliónirnar, sum Kringvarp Føroya fær.

[object Object]Jenis av Rana heitti á miðlarnar um heldur at fara til arbeiðis  (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Landsstýrismaðurin sjálvur helt lítið um nógv av kritikkinum, sum kom fram undir viðgerðini, og kallaði tað fyri grenj, tá tingfólk tosaðu um blaðdeyða og uppsagnir orsakað av hesum uppskotinum.

Sambært Jenisi av Rana senda tvær milliónir í samlaðum stuðuli ongan miðil á húsagang. Hesir somu miðlar hava møguleikar at fáa somu upphædd, kanska meira, við at senda umsóknir um verkætlanarstuðul.

- Tað er bara at bretta upp armar og fara til arbeiðis, segði landsstýrismaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder