Jenis av Rana hevur ongar trupulleikar at ferðast uttanlands

Men hann sýtir fyri at svara uppá, um hann er koppsettur ella hevur havt korona. Hann vil ikki útseta seg sjálvan ella síni nærmastu fyri ágangin, sum kemur líka mikið hvat svarið er

Jenis av Rana saman við Eivør Pálsdóttir á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, tríggjar dagar eftir brúdleypið hjá Steffan Klein Poulsen (Mynd: Ingi Samuelsen)

Jenis av Rana saman við Eivør Pálsdóttir á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, tríggjar dagar eftir brúdleypið hjá Steffan Klein Poulsen (Mynd: Ingi Samuelsen)

2021-11-17 17:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jenis av Rana, landsstýrismaður, vil ikki siga um hann er koppsettur ella um hann hevur verið smittaður við korona.

- Tað vil eg ikki útseta meg sjálvan ella míni nærmastu fyri, segði hann í samrøðu við John Johannesen í útvarpssendingini Breddin fyrrapartin í dag.

Jenis av Rana vísir til ágangin, sum hann skal hava verið fyri eftir at hann í vár upplýsti alment, at hann ikki hevði ætlanir um at lata seg koppseta, hóast tað var eitt tilmæli frá einum samdum landsstýri.

Jenis segði orsøkina vera, at hann ikki hevði álit á koppsetingarevninum, og at hann ynskti at síggja betri kanningarúrslit áðrenn hann fór at umhugsa at lata seg koppseta.

Okkurt kundi bent á, at landsstýrismaðurin – hóast hann ikki ynskti at svara – hevur okkurt prógv, sum gevur honum somu rættindi sum tey við galdandi koronapassi, tí hann bæði hevur verið og skal fyrsta dagin út at ferðast í almennum ørindum.

Tá útvarpsverturin tók saman um og segði at orsøkin til at hann kundi ferðast ótarnaður “má hava okkurt at gera við tína koppseting”, svaraði Jenis av Rana at hetta ljóðaði sum ein góður samandráttur.

Hoyr breddan her 

Ingilín D. Strøm, tingfólk fyri Javnaðarflokkin hevur sett Jenisi av Rana grein 52-spurning, har landsstýrismaðurin verður biðin um at greiða frá um hann er koppsettur til tess at røkja sítt arbeiði sum landsstírðsmaður við uttanríkismálum, um hann hevur verið í einum brúdleypi, har fleiri fólk vórðu testað positiv, og um hann eftir hetta brúdleypi fór uttanlands í almennum ørindum uttan at hava verið í sóttarhaldi.

Seinasta freist at svara spurninginum er týsdagin 23. november. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder