Innanlands

Jenis av Rana hitti ukrainska sendiharran

Í røðu sínari til tiltakið hjá Norðurlandaráðnum í Malmö í dag, legði landsstýrismaðurin í uttanríkismálum dent á, at Norðurlond – og restin av Evropa – standa saman, nú kríggj aftur er í Evropa. Mykhailo Vydoinyk gjørdi vart við, hvussu stóran tørv Ukraina hevur á hjálp

2022-03-22 17:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Norðurlandaráðið skipaði í gjár og í dag fyri tiltakið í Malmö, ið fyrst og fremst var eitt orðaskifti um støðuna í Ukraina.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, var ein av teimum, sum hevði røðu, har hann legði dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at Norðurlond – og restin av Evropa – standa saman, nú kríggj aftur er í Evropa.

- Tryggleiki og fólkaræði eru ikki komin av sær sjálvum, og tí mugu vit styrkja sínámillum samstarvið millum Norðurlond

Hetta skrivar Uttanríks- og Mentamálaráðið á heimasíðu sínari, har tað eisini verður skrivað, at Jenis av Rana hitta ukrainska sendiharran, Mykhailo Vydoinyk, í sunnara parti av Svøríki í dag.

- Teir umrøddu kríggið í Ukraina og álvarsomu avleiðingarnar fyri trygdina í Evropa. Sendiharrin vísti á, at Ukraina hevur stóran tørv á hjálp og stuðli til tess at standa ímóti russisku innrásini.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder