Innanlands

Jenis av Rana kunnaður um nýggja mentanarhúsið

Hósdagin var landsstýrismaðurin í Klaksvík, har hann varð kunnaður um nýggja mentanarhúsið, sum eftir ætlan skal vera klárt við árslok 2022

2021-05-29 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdag seinnapart var fundur millum Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, og Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum. Evnið á fundinum var serliga kunning um arbeiðið við mentanarhúsinum, sum eftir eftir ætlan skal standa klárt við árslok 2022.

Á fundinum fekk landsstýrismaðurin eina framløgu frá Dáva Winther, mentanarleiðara í kommununi, um tilgongdina og hugskotið til Mentanarhúsið, umframt at hann fekk holla kunning um verkætlanina og sostatt innlit í fíggjarviðurskiftini og tíðarætlanina.

Somuleiðis fekk Jenis av Rana møguleika at síggja mentanarhúsið í ‘virtual reality’ brillum, soleiðis at hann sjálvur fekk stýrt tí, sum hann vildi síggja. Harvið fekk hann møguleika at síggja allar møguleikarnar og hentleikar, sum komandi mentanarhús í Klaksvík kann bjóða.

Jenis av Rana var sera hugtikin av, at arbeiðið var komið somikið væl áleiðis, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuna.

Eitt evni á fundinum var stuðul, har partarnir fingu umrøtt møguleikan at fáa løgtingið at játta stuðul til verkætlanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder