Uttanlands

Jenis: Nú kann Mette Frederiksen prógva, at hon meinti tað

Danski forsætisráðharrin sigur seg vilja geva Føroyum og Grønlandi størri rásarúm á uttanríkispolitikska økinum, men samstundis er hon greitt ímóti ætlanini um sendistovu í Jerusalem

Mette Frederiksen (Savnsmynd)

Mette Frederiksen (Savnsmynd)

2019-11-15 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen heldur lítið um ætlanina hjá landsstýrinum um at lata eina føroyska sendistovu upp í Jerusalem.

Tá hon vitjaði í Føroyum og varð spurd um málið, segði hon við Kringvarpið, at vit í ríkisfelagsskapinum eiga at fylgja evropeisku leiðini, og tað merkir, at allar sendistovur eiga at vera í Tel Aviv.

Tá hon varð spurd, um hon fór at sláa nevan í borðið, um føroyska landsstýrið kortini ætlaði at gjøgnumføra ætlanina, vildi hon ikki geva nakað ítøkiligt svar.

Mette Frederiksen hevur fyrr í ár talað fyri at geva bæði Grønlandi og Føroyum størri rásarúm á uttanríkispolitiska økinum, m.a. á teimum økjum, har tey ikki neyðturviliga eru samd við Danmark.

Við málinum um sendistovuna hevur Mette Frederiksen høvi at prógva, at hon meinti tað, tá hon segði, at Føroyar og Grønland skulu hava størri rásarúm, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.

Hann váttar fyri Politiken, at arbeiðið við sendistovuni heldur fram, og at hann hevur biðið um játtan á komandi fíggjarlógini til endamálið.

Jenis av Rana vónar, at sendistovan í Jerusalem kann lata upp í september ella oktober næsta ár. Hann leggur afturat, at hetta í roynd og veru er ein viðurkennng av Jerusalem sum høvuðsstað hjá Ísrael.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder