2022-02-25 10:58

Seinnapartin í dag fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina í løgtinginum um støðuna í Ukraina.
Ráðførslan verður sambært § 54 í Stýrisskipanini, ið sigur, at landsstýrið skal ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.
Hetta verður klokkan 15, og Báður á Steig Nielsen, løgmaður, verður eisini við á fundinum.
Dagførd kl. 11.42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald